Heim

Tilfeingi


Tilfeingi er so mangt og so mikið. Nøgd av tilfari ella ríkidømi, ið er til taks, serstakliga í náttúruni, stendur í móðurmálsorðabókini. Á enskum og donskum verður hugtakið nevnt resource. Vit menniskju og okkara samfeløg liva av og í náttúruni, tað skerst ikki burtur. Men hvussu ávirka vit náttúruna, og hvørjar avmarkingar eru í okkara gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.  Um vit skulu lýsa hugtakið tilfeingi, so eru vit noydd at taka allar lutir við í lýsingina. Fyrst og fremst sjálvandi náttúrugrundarlagið. Lívfrøðiliga margfeldi av livverum í náttúruni er tað vit liva av. Náttúrusøgan og menningin av lívverum er 3,7 milliardir ár. Í Føroyum er náttúrusøgan tó nógv yngri enn so. Hon er eini 10.000 ár. Tá bráðnaði ísurin frá seinastu ístíð.

Allar lívverurnar liva onkustaðni, har ólivnar umstøður hava stóran týdning. Um tað eru havstreymar, saltnøgd ella vindur og brim sum lívverurnar skulu tola, er so ymiskt. Tey sløgini sum hava týdning fyri búskapin eru lutfallsliga fá. Men bæði ólivnu umstøðurnar og onnur sløg í vistskipanini hava stóran týdning fyri teirra framleiðslu. Okkara gagnnýtsla av tilfeinginum kann vera fiskiveiða, aling ella landbúnaður. Eru hesi mennskjaligu inntrivini í fiskastovnar ella á nátturuna sum heild burðardygg, tað er spurningurin. Granska vit nógmikið í náttúrutilfeinginum og er okkara fyrisiting av náttúruni í tráð við hugtakið burðardygd. Hesir og nógvir spurningar er ætlanin at hendan lærugreinin skal økja tilvitskuna hjá næmingunum um. 


Tilfeingi B er nýggj lærugrein á tilfeingisbreytini í nýggju miðnámsskúlaskipanini. Á hesari síðuni er ætlanin at leggja nýframleitt tilfar til lærugreinina, leinkjur til ymiskt viðkomandi tilfar hjá øðrum stovnum og ikki minst royna at byggja upp eina dynamiska skabelón fyri lærugreinina. 

Tilfeingi B -  undirvísingartilfar