Føroya Sjósavn

Tilfeingi

Stórur partur av tilfeinginum, sum vit liva av í Føroyum kemur úr sjónum. Á Føroya Sjósavni eru framsýningar við livandi tilfeingi. Her eru góðir møguleikar fyri undirvísing og uppsetan av kørum við rennandi sjógvi til royndir.

Føroya Sjósavn er ogn hjá grunninum Føroya Sjósavn. Tórshavnar býráð eigur bygningin og økið rundanum. Føroya Sjósavn hevur eina leiguavtalu við Tórshavnar býráð í 30 ár. Í nógvum førum hava tankar verið frammi, um at stovnseta eitt akvarium í Føroyum. Royndir vóru gjørdar í kjallarinum í fiskahúsinum í Kaldbak fyrst í hálvfemsunum og áhugin fyri hesum smáu royndum var ómetaliga stórur. Síðst í hálvfemsunum var ætlanin at byggja eitt stórt akvarium í Sandágerði í samband við eina samanlegging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavni og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hendan ætlanin fór fyri bakka, men íshúsið á Argjum stóð framvegis niðri við sjóvarmálan á Argjum. Eitt framúr stað til endamálið. Í 2005 samlaði Bjørki Geyti ein áhugabólk rundan um seg, og søkt varð um at fáa loyvi at nýta íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið í 2005 at lata íshúsið og øki rundanum til endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggjað raksturin av verkætlanini í 2006. Ein nevnd er sett saman av fólki, sum av ymsum orsøkum hava áhugað í akvariuminum. Harumframt eru fólkini í áhugabólkinum til gagns fyri verkætlanina við tað, at tey við sínum førleikum kunnu stuðla uppundir akvariumið. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti hava báðir starvast á Biofar. Teir eru kavarar, og hava drúgvar royndir við ymsum maritimum arbeiði. Hørdur Wardum hevur drúgvar royndir frá alivinnuni. Magnus Gaard er lívfrøðingur við granskingar, framsýningar og undirvísingarroyndum, og Suni Petersen er verkfrøðingur á umhvørvis-deildini á Heilsufrøðiligu starvstovuni.

 

Copyright © All Rights Reserved